Jólagalla fyri børn

Jaaaa, so er dagurin funnin. Jólagalla fyri børn verður týsdagin 3. desember frá kl. 17.00 - 21.00. Veitslan verður í Dávavirkinum, og vit lova, at tað verður kul.

Enn eru vit ikki komin so langt við fyrireikingunum, men nú er dagurin settur, so tað er bara at seta x í kalendaran.

Einasta treyt fyri at tekna seg til veitsluna er, at tú lovar at taka smílið við, og at tú ert limur í Húsinum.

Hevur tú enn ikki teknað teg sum lim, so kann tað náast enn. Tú skalt bara  gjalda 300,- kr til eitt av starvsfólkunum í Húsinum, og hava tilmeldingarskjalið við eini undirskrift frá foreldra ella verja við. Minst eisini til, ay fleiri fyrimunir eru við at gerast limur í Húsinum, men tað kanst tú lesa meir um  aðrastaðni á heimasíðuni

Byrjar:
03.12.2019 - KL. 17:00

Komandi tiltøk

09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna
05 juni
2024
Húsið stongt - Grundlógardagur